Sunday, December 3, 2006

Vit høvdu barnalegu í vikuskiftinum ! :)

Í vikuskiftinum høvdu vit eina barnalegu í skúlanum her:) 12 børn, fyrstu fer, so tad var ein gód byrjan hjá okkum :) Alt gekk gott og eg haldi í hvussu so er at tad var ordiliga skeg :) vit høvdu møtir og um dagin ymisk ítriv sum tey kundu verda vid til, sum t.d kreativt har tey kundu gera smykkir, mála, gera jólakort o.s.v :)tad dámdi teimum bara væl, um ikki kreativt, so ítróttur í høllini, ella læra ein dans sum eg so hevdi ansvarid fyri. Vit 5 í teaminum stódu fyri allari leguni sjálvi, ein genta kom frá Tromsø at hjálpa okkum, slett ikki so galid :) Gud er trúdfastur og hann var virkuliga vid okkum á hesari leguni, hann hjálpti okkum vid øllum. Legan endadi fyrr í dag, tad var eitt sindur kediligt, tí man blívur altíd so tætt kníttur til børnini, Gud gav mær virkuliga meira umsorgan fyri teimum, eg bleiv so gód vid tey, tey flestu børnini vóru frá hesari bygdini, og tad var ordiliga gott at koma at kenna tey betur.:) Aftaná eina legu er man altso módur..men eg føli eisini eina frødi, eri so glad og takksom til Gud fyri hettar vikuskifti. Trúgvi virkuliga at tad var nakad serligt vid hesari leguni. Takk Gud..


Tær vóru óførar at dansa, her vísa vit fyri foreldrunum sídsta dagin :)

No comments: